
Saunadypp
Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna
Prísir



Um okkum
Vit eru 3 ungir mans, ið altíð hava verið virknir innan ítrótt. Okkara áhugi fyri heilsu og kropsrøkt er tískil spunnin úr okkara yrkisleið innan ítrótt. Vit byrjaðu Saunadypp verkætlanina í seinnu helvt av 2023.
Á sumri 2024 kundu vit stoltir ásanna, at Føroya fyrsta flótandi sauna var veruleiki.
Málið við Saunadypp, er at bjóða nakað serstakt innan vælveru, í Føroyum. Okkara ynskji er at føroyingar í øllum aldri og skapi skulu fáa eina frálíka uppliving, í tí føroysku náttúruni, saman við Saunadypp.
Saunadypp er stovnað av ungum ungum føroyskum íverksetum og er bygt í Føroyum. Vit geva føroyingum møguleikan at njóta tí frálíku kensluna, ið ein fær, tá skift verður í millum hita og kulda, í einum høli av sera høgari góðsku.
Kanningar vísa, at nýtsla av sauna og køldum vatnið betrar munandi um sálarliga og kropsliga heilsu. Við Saunadypp bjóða vit sosiala samveru í føroysku náttúruni.
Hvat onnur siga um Saunadypp
Hanus
“Saunadypp er nakað eg geri fleiri ferð um vikuna, tí tað hjálpir mær at koma niður í ferð.”
Jóna
“Eg eri til Saunagos minst 2 ferð um mánaðin og eg elski hvussu oljur, tónleikur og dampur spæla saman.”
Trygvi
“Fantastiskt! Eg og familjan hava fleiri ferð leiga Saunadypp privat tá vit ynskja at hugna okkum.”
Gerst limur í Føroya størsta sauna- og dyppifelagsskapi

Mánaðarkort
Við mánaðarhaldi frá Saunadypp fært tú óavmarka støkk-inn ókeypis. Til teg ið brúkar Saunadypp oftani.*

Limakort
Við limaskapi í Saunadypp, fært tú hálvan prís á støkk inn, atgongd til góð tilboð og innbjóðing til spennandi tiltøk.
*limakort er galdandi 1 kalendaraár frá keypsdegi


Okkara Facebook
© 2024 Sp/f Saunadypp | Ment av Ráðgevin
- REMEMBER TO BRING THESE THINGS WITH YOU IN SAUNADYPP
- TOWELS - 1 to sit on and 1 to dry
- WATER BOTTLE
- GOOD MOOD